NSÍ og B36 spældu í dag fyrsta veruliga oddabrakið í hesum kappingarárinum. Við einum sigri, kundu runavíkingar leggja seg 6 stig á odda í deildini, meðan B36 við einum sigri kundi koma ájavnt við NSÍ.
Men støðan millum bæði liðini er óbroytt. NSÍ og B36 deildu stigini millum sín, tí endaliga støðan av dystinum varð 2-2 javnleikur.
Árni Fredriksberg legði fyrst NSÍ á odda, tá 10 minuttir vóru leiktir. Átta minuttir seinni javnaði Lukasz Cieslewicz fyri B36. B36 byrjaði betri í seinna hálvleiki, og longu 3 minuttir inn í seinna hálvleik, legði Ibrahima Camara B36 á odda 2-1. Men gott og væl eitt korter fyri leiklok, eydnaðist tað Pól Jóhannus Justinussen at javna fyri NSÍ, soleiðis at endaliga støðan varð 2-2.
Móti endanum av dystinum, komu eisini tvey reyð kort. Ibrahima Camara varð útvístur fyri B36, meðan Árni Fredriksberg fekk reyða kortið fyri NSÍ.
NSÍ – B36 2-2 (1-1)
1-0 Árni Fredriksberg, 10.
1-1 Lukasz Cieslewicz, 18.
1-2 Ibrahima Camara, 48.
2-2 Pól Jóhannus Justinussen, 77.