Gamli klassikarin millum HB og TB var í gjár í Gundadali.
Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, eftir at gestirnir úr TB í tveimum førum høvdu verið á odda í dystinum.
Hetta er triði dysturin á rað at HB fer av vøllinum, uttan at fáa ein sigur. Tískil er spenningur komin í aftur um fjórða plássið í Effo-deildini, har KÍ eltir HB. Tey bæði liðini møtast innanhýsis í dysti fríggjakvøldið. Ein dystur, sum kann vera avgerandi fyri endaspurtin í Effo-deildini fyri bæði liðini.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt av dystinum millum HB og TB, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.










