Í dag á døgurða verður lutakast til 3. undanumfar til bólkaspælið í Europa League. KÍ er komið til 3. umfar, eftir at liðið fyrst kom víðari í 1. umfari í Champions League og síðani tapti fyri Young Boys. Tey liðini, um tapa í meistarakappingini flyta yvir í Europa League.
KÍ kann møta vinnararnum av hesum fýra uppgerðunum. Connah's Quay Nomads (Wales) - Dinamo Tbilisi (Georgia), Djurgården (Svøríki) - Europa (Gibraltar), Linfield (Norðurírland) - Floriana (Malta) og Flora Tallinn (Estland) - KR Reykjavík (Ísland). Dysturin verður spældur 24. septembur.
Í gjár var lutakast til 2. umfar, har B36 fekk heimavøll móti The New Saints. Eydnast tað B36 at koma víðari, so møta teir Viktoria Plzeň úr Kekkia, ella vinnaranum av hesum uppgerðunum; Neftçi (Aserbadjan) - Galatasaray (Turkaland), CSKA-Sofia (Bulgaria) - BATE Borisov (Hvítarussland) ella Kaysar Kyzylorda (Kasakhstan) - APOEL (Kýpros).