Her eru málini frá dystinum hjá NSÍ

Video: Her ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum Dinamo Minsk og NSÍ

NSÍ spældi fyrr í dag truplan dyst á útivølli móti hvítarussiska Dinamo Minsk.

 

Endaliga úrslitið av dystinum var, at Dinamo Minsk vann dystin 2-1, sum má metast sum eitt flott úrslit fyri NSÍ. NSÍ spældi í fjør eisini móti liðið frá Hvítarusslandi, sum teir tá taptu 5-0 ímóti.

 

Serliga flott var tað, at NSÍ fekk eitt útivallarmál við sær, soleiðis at uppgerðin er púra opin til seinna dystin, sum verður spældur á Svangaskarði um eina viku.

 

Málið hjá NSÍ, ið til ber at síggja í klippinum omanfyri, skeyt ungi og evnaríki, Petur Knudsen.