Her eru hæddarpunktini frá Klaksvík

Video: Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í Klaksvík í gjár millum KÍ og B68

 

KÍ og B68 spældu í gjárkvøldið málleysan javnleik. Hvørki av liðunum fekk brúkt málleysa javnleikin til stórvegis, tí KÍ misti týðandi fet í stríðnum um altjóða fótbólt komandi ár, meðan B68 framvegis hevur 7 stig upp til niðurflytingarstrikuna.

 

Hóast tað endaði við málleysum javnleiki, høvdu bæði liðini tó einstakar vandamiklar støður í dystinum.

 

Omanfyri ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Tað er myndamaðurin Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar.