Voxbotn hevur verið í gongd nú í skjótt tveir tímar, og her er góður stemningur í miðbýnum. Tað sirmar eitt lítið sindur, men tað ávirkar ikki so nógv, tí fólk hugna sær óført, og tónleikur og undirhald er á pallinum. Her eru nakrar myndir frá fyrstu løtuni á ársins Voxbotn