Best umtóktu gentunøvnini til tær, ið vóru føddar í 2019, vóru Lea og Vón. Beint í hølunum á teimum komu Maria, Mia, Eva, Liva og Olivia. Millum 25 tey mest nýttu gentunøvnini vóru eisini Alda og Aura, Bára og Bjørk, Petra, Ró, Sofía og Tóra.
Hóast nógvu nýggju nøvnini er eisini tað mest vanliga konufólkanavnið av øllum, Maria, heilt uppi í toppinum.
Samanborið við nøvnini, sum gentubørnini fingu fyri átjan árum síðani, eru hesi øll nýggj nøvn, Lea, Vón, Mia, Eva, Liva, Olivia, Aura og Ró.
Best umtóktu dreingjanøvnini til teirra, ið vóru føddir í 2019, vóru Jónas og Óðin. Í aðru røð vóru tað Baldur, Benjamin, Jósef, Magnus og Rókur. Síðani nøvn sum Ari, Boas, Bragi, Markus og Milan. Millum 25 tey mest nýttu dreingjanøvnini vóru eisini nøvn sum Elian, Mika og Nóa.
Fyri átjan árum síðani var Jónas eisini eitt vælumtókt navn, men ongin varð tá nevndur Óðin, Baldur, Jósef, Bragi, Milan, Elian, Mika ella Nóa.
##med2##
Tekstur og mynd: Hagstovan