Her eru 10 tey dýrastu keypini

Ongantíð áður hava so nógvir pengar verið brúktir í januar í Premier League.

Flytingargluggin í fleiri av stóru fótbóltsdeildunum kring heimin lat aftur í gjár, og tað er einki at taka seg aftur í, at ein ørgrynna av pengum vórðu brúktir.


Í Premier League hava ongantíð verið so nógvir pengar brúktir í januar, sum tað bleiv í januar í ár. Tað vísa útrokningar, sum BBC hevur gjørt saman við Deloitte's Sports Business Group.


Í januar í ár brúktu Premier League-feløg heili 3,65 milliardir krónur at keypa spælarar fyri. Hetta er fyrstuferð í Premier League-søguni, at hetta talið fer upp um 400 milliónir bretsk pund.


10 tey dýrastu spælarakeypini í Premier League í januar:


1. Virgil van Dijk – Southampton til Liverpool – 637 milliónir krónur

2. Aymeric Laporte – Athletic Bilbao til Manchester City – 484 milliónir krónur

3. Pierre-Emerick Aubameyang – Dortmund til Arsenal – 476 milliónir krónur

4. Henrikh Mkhitaryan – Manchester United til Arsenal – 306 milliónir krónur*

5. Alexis Sanchez – Arsenal til Manchester United – 306 milliónir krónur*

6. Cenk Tosun – Besiktas til Everton – 229 milliónir krónur

7. Lucas Moura – PSG til Tottenham – 195 milliónir krónur

8. Adrien Silva – Sporting Lissabon til Leicester – 187 milliónir krónur

9. Theo Walcott – Arsenal til Everton – 170 milliónir krónur

10. Guido Carrillo – Monaco til Southampton – 161 milliónir krónur


* Virðið á býtishandlinum


Kelda: Deloitte's Sports Business Group