Her er ungarski hópurin

Sum heild eru tað ikki leikarar úr størri evropeiskum feløgum, ið manna landsliðið hjá Ungarn

Týskvøldið í komandi viku spæla Føroyar sín fyrsta undankappingardyst til HM í Russlandi í 2018, tá ið Ungarn kemur á vitjan á Tórsvølli. Týski landsliðsvenjarin hjá Ungarn, Bernd Storck, hevur úttikið heili 25 mans til undankappingardystin.

 

Talan er ikki um leikarar, sum spæla í elituni í evropeiskum toppfótbólti. Fleiri leikarar spæla í heimligu deildini, meðan summir av spælarunum eisini spæla í londum sum Póllandi og Ísrael.

 

Stóra stjørnan á landsliðnum hjá Ungarn, álopssinnaði Baladz Dzsudzsak, valdi í summar at skifta til al-Wahda, ið er eitt felag í Arabisku Emiratunum. Dzsudzsak er liðskipari á landsliðnum, og hevur hann verið víða um í Evropa, har hann hevur umboðað PSV Eindhoven, Anzhi Makhachkala, Dynamo Moskva og Bursaspor.

 

Aðrir leikarar hjá Ungarn, ið onkur man kenna aftur, eru málverjin Peter Gulacsi, ið spælir við týska RB Leipzig, Ádam Szalai úr Hoffenheim og Krisztian Nemeth, ið á sama hátt sum Dzsudzsak valdi at skifta til miðeystur at spæla fótbólt. Hann spælir við al-Gharafa.

 

Gulacsi og Nemeth hava báðir eina fortíð í Liverpool, har teir tó ongantíð veruliga fingu kjansin á besta liðnum.

 

Zoltan Gera, sum hevur spælt nógv ár við West Bromwich Albion í Premier League, er ikki við í hópinum orsakað av skaða.

 

Ungarska fótbóltssambandið skrivar á heimasíðu síni, at landsliðið er byrjað at venja á graslíki hesa vikuna, so umskiftingin ikki verður tann stóra, tá ið spælt verður á graslíkinum á Tórsvølli týskvøldið 6. september.

 

Hópurin hjá Ungarn til landsdystin ímóti Føroyum sæst niðanfyri:

 

Málverjar:

 

Dénes Dibusz (Ferencváros)

Péter Gulácsi (RB Leipzig)

Balázs Megyeri (Greuther Fürth)

 

Verjuleikarar:

 

Barnabás Bese (Le Havre)

Attila Fiola (Puskás Akadémia)

Richárd Guzmics (Wisla Krakow)

Tamás Kádár (Lech Poznan)

Dávid Kálnoki-Kis (Újpest FC)

Zsolt Korcsmár (Vasas)

Mihály Korhut (Hapoel Beer Sheva)

Ádám Lang (Videoton FC)

 

Miðvallarar:

 

István Bognár (DVTK)

Ákos Elek(DVTK)

Zsolt Kalmár (RB Leipzig)

István Kovács (Videoton FC)

Lázsló Kleinheisler (Darmstadt)

Ádám Nagy (Bologna)

MáteVida (Vasas) TBC

 

Framherjar:

 

Dániel Böde (Ferencváros)

Balász Dzsudzsák (al-Wahda)

Krisztián Németh (al-Garafa)

Nemanja Nikolics (Legia Warszaw)

Tamás Priskin (Slovan Bratislava)

Zoltán Stieber (Kaiserslautern)

Ádám Szalai (Hoffenheim)