Her er treylarin til nýggja Breaking Bad-filmin

Fleiri munnu óivað fegnast um at síggja Jesse Pinkman aftur

Nógv fólk kring allan heimin hava bíðað í spenningi eftir nýggja Breaking Bad-filminum, sum er settur av vera frumsýndur hin 11. oktober. Í dag kom treylarin til filmin so út, og treylarin hevur tikið nógvar Breaking Bad-fjepparar av bóli.

Í treylaranum hitta vit ein illafarnan Jesse Pinkman (Aaron Paul), sum í síðsta partinum í sendirøðini misti besta vin og makkara sín, Walter White. Síðan tá hava flest allir fjepparar hugsað, hvat framtíðin hevur at bjóða hjá Pinkman og restini í Breaking Bad. Treylarin gevur í øllum førum onkrar ábendingar - tú kanst síggja hann her:

##med2##

Nýggi filmurin hevur heitið "El Camino - A Breaking Bad Movie".