Í morgin roynir kanadiska sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson enn einaferð at sleppa til Føroya. Hon skuldi flúga í leiguflogfari úr Danmark mikudagin, men ferðin varð avlýst, tí tað var fitt av vindi í Føroyum.
Nú boðar Sea Shepherd frá, at Pamela Anderson kemur til Føroya fyrrapartin fríggjadagin og verður við á tíðindafundi á Hotel Føroyum á middegi. Tíðindafundurin verður streamaður á internetinum, so fólk um allan heimin kunnu fylgja við.
Pamela Anderson segði mikudagin, at hon er sinnað at tosa við føroyingar fyri at fáa føroysk sjónarmið um grindadrápið, men um talan verður um einvegis ella tvívegis samskifti, nú hon kemur hendan vegin, sigur søgan einki um.