Nógv hava kjakast um, hvat Johan Dahl mundi fara at finna uppá, nú hann av egnum vilja gavst sum politikari.
Illar tungur hava viljað verið við, at hann uttan iva hevði kraddað sær okkurt meira ella minni alment stjórastarv, sum var lukrativari enn landsstýrismannastarvið. Men so er ikki.
Nýggja starvið hjá Johan Dahl er at vera modell. Í síðstu viku royndi hann seg á fyrsta sinni á palli í SMS, har hann var modell í mannfólkaklæðum.
Tað sigst, at hann í næstum skal ein rundferð til Paris og Milano at royna seg saman við øðrum føroyskum modellum sum Hans Fróða Hansen, Sofusi Hansen og øðrum. Men hesa søgu hava vit tó ikki fingið váttaða enn.









