Alexandar Jovevic verður nýggjur venjari hjá ÍF. Tað er støðan í løtuni, men avtalan er ikki endaliga komin upp á pláss. Alexandar, sum er úr Serbia, hevur í ár verið í venjaratoyminum hjá ÍF.
Les eisini: Bara ÍF manglar venjara
Somuleiðis ljóðar, at Jákup Mikkelsen er besta boðið upp á ein hjálparvenjara, men at hann ikki hevur tikið støðu enn, tí hann framvegis arbeiðir við einum møguleika at samskipa málmansvenjing kring landið.
Les eisini: Adeshina Lawal til ÍF
Onnur nøvn, ið hava verið upp á tal eru Jógvan Martin Olsen og Eyðun Klakstein, men tað tykist ikki vera ein møguleiki í løtuni. Tó er líkt til, at ÍF arbeiðir við at gera ein venjaratoymi, sum skal standa á odda fyri besta og næst besta liðnum. Tí er møguleiki fyri, at talan verður um eitt venjaratoymi, sum er størri enn tveir venjarar.
Helst verður venjaraspurningurin avgreiddur í vikuni.