Her er nýggi tekniski stjórin í Havn

Býráðið hevur í kvøld samtykt at seta Fríður P. Dalsgarð í starv sum stjóra fyri Teknisku fyrisiting.

Fríður 50 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur, og hevur starvast sum Byarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu síðani 2021. Í starvinum sum leiðari fyri teknisku deild hevur Fríður eitt stórt innlit í uppgávurnar hjá teknisku fyrisiting.

Fríður hevur ein viðkomandi útbúgving og er fakliga sterkur, mett verður at hann kann veita politisku leiðsluni holla ráðgeving, og hevur góðar førleikar at ráðgeva, skrivar Tórshavnar kommuna.