Tað verður spælandi hjálparvenjarin, Ryan Giggs, sum tekur yvir fyribils í Manchester United.
Les eisini: Moyes fingið sekkin
Heimasíðan hjá Manchester United hevur fyri løtu síðan boðað frá, at tað verður 40 ára gamli Ryan Giggs, sum verður fyribils venjari í Manchester United, eftir at David Moyes í morgun fekk sekkin.
Les eisini: Moyes rýkur skjótt
Ryan Giggs hevur í ár havt ein leiklut sum spælandi hjálparvenjari. Hann kennir um nakrar felagið, sum hann nú skal standa á odda fyri. Hann hevur verið í felagnum síðani 1987 og hevur millum annað sum tann einasti skotið mál í hvørjum Premier League kappingarári.










