Her er næsta keypið hjá Manchester United

The Guardian heldur siga vita hvørjum Louis van Gaal fer eftir nú

Mest virda enska blaðið, tá tað kemur til umrøðu av Premier League er blaðið "The Guardian".

 

The Guardian heldur seg nú vita hvør verður tað næsta keypið hjá Manchester United.

 

Jamie Jackson, blaðmaður hjá The Guardian er serfrøðingur, tá tað kemur til Manchester City og Manchester United. Hann sigur seg verða vísan í, at næsta keypið hjá Manchester United verður 25 ára gamli, franski miðvallarin hjá Southampton, Morgan Schneiderlin.

 

- United hava fingið Scweinsteiger, og nú fara teir eftir Morgan Schneiderlin, sambært Jamie Jackson hjá The Guardian.