Sum in.fo kundi avdúka fyrr í dag, so verður Hans Jørgen Djurhuus leikandi hjálparvenjari hjá Víkingi komandi kappingarár, har hann skal taka sær av venjarapartinum saman við nýggja høvuðsvenjaranum, Maurice Ross.
Víkingur váttar hesi tíðindini á heimasíðuni hjá felagnum í kvøld, har nýggja venjaratoymið, sum tekur við eftir Sámal Erik Hentze, ið er farin til NSÍ, er avmyndað saman við formanninum í felagnum, Brandi Jacobsen.
Hans Jørgen Djurhuus er 38 ára gamal, og hann hevur spælt við Víkingi síðan tað varð sett á stovn í 2008. Frammanundan tað hevði hann spælt við HB, B71, AB og táverandi GÍ.










