Erlend Jacobsen er nýggjur málverji hjá B68. Hann er norðmaður og kemur úr felagnum Tromsø IL. 21 ára gamli málverjin avloysir Nikola Stoisavljevic, sum er farin til TB.
B68 skal í hesum kappingarárinum spæla í bestu deildini. Teir fluttu upp eftir dramatiskan sigur á AB í Upp- og niðurflytingardystinum eftir kappingarenda. Felagið hevur fingið tilgongd av Lukasz Cieslewicz og Hjalta Strømsten.
Tað kann tykjast tilvildarligt, at B68 fær ein málverja úr júst Tromsø IL, men Andras Gango, landsliðsmálmansvenjari hjá Føroyum, hevur verið málmansvenjari í felagnum.