Tað verður Eli Hentze, sum verður hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, har hann skal mynda venjaratoymið saman við nýggja høvuðsvenjaranum, svenska Håkan Ericson.
Tað boðar Fótbóltssamband Føroya frá í kvøld.
Eli Hentze kemur úr starvinum sum U21-landsliðsvenjari, har Sámal Erik Henze er nýggjur í starvinum.
Les eisini: Bagge skal stjórna U21-landsliðnum
- Tað er við sorgblídni at eg sigi farvæl við U21-landsliðið, men hetta verður ein onnur spennandi uppgáva, sum eg síggi við stórum spenningi fram ímóti, sigur nýggi hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, Eli Hentze, við heimasíðuna hjá FSF.
Sáttmálin ímillum FSF og Eli Hentze er galdandi fyri tíðarskeiðið Håkan Ericson er settur sum venjari, nevniliga í fýra ár.