Her er nýggi formaðurin og nýggi næstformaðurin

Teir eru báðirnývaldir - men hava roynt tað fyrr

Kommunufelagið hevur nú skipað seg av nýggjum eftir kommunuvalið í november. Tað hendi á fundi í morgun og úrslitið varð, at Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, varð valdur til formann og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavík, varð valdur til næstformanni

Í nývalda stýrinum sita hesi annars 13 kommunustýrislimirnir

– Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna, formaður

– Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, næstformaður

– Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna

– Per Martin Gregersen, Eysturkommuna

– Bjarni Prior, Vága kommuna

– Davur Juul, Fuglafjarðar kommuna.

– Jógvan Kruse, Sunda kommuna

–  Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna

– Bjarni Johansen, Vágs kommuna

– Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna

– Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna

– Súni í Hjøllum, Nes kommuna

– Heri Sverrason, Sands kommuna

Tórbjørn Jacobsen sigur á Facebook, at í 2016 sótu hann og Heðin Mortensen eisini sum ávikavist næstformaður, og formaður í Kommunufelagnum. Og hann sigur eisini, at tað var hann, sum skeyt upp at velja Heðin Mortensen til formann hesi næstu árini. Og tað var full semja um tað, tí hann varð einmælt valdur.