Tað verður Karl Johansen í Sambandsflokkinum, sum verður borgarstjóri í Klaksvík. Tað hava vit fingið upplýst frá keldum, sum eru við í samráðingunum.
Ætlanin er at skipa eina samgongu ímillum Fólkaflokkin, sum hevur fimm býráðslimir og Karl Johansen úr Sambamdsflokkinum. Tað er nóg mikið til at fáa meiriluta, tí so hava tey seks av teimum ellivu býráðslimunum.
Men tað nýggjasta er, at ætlanin er eisini at fáa Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, sum er vald fyri Tjóðveldi, upp í samgonguna. Samráðingar um tað eru beint nú og tað ljóðar, at hon verður forkvinna í Mentanarnevndini.
Annars lá í kortunum, at talan skuldi vera um eina samgongu ímillum Fólkaflokkin og Sjálvstýri, men hon fór í vaskið. Les meir um tað HER