Her er nýggi Barcelona-venjarin

FC Barcelona hevur í kvøld kunngjørt navnið á nýggja venjaranum.

Forsetin í FC Barcelona, Bartomeu, hevur í kvøld kunngjørt navnið á nýggja venjaranum, sum tekur við eftir Luis Enrique. Púra sum væntað er navnið Ernesto Valverde.


53 ára gamli Ernesto Valverde hevur seinastu fýra árini verið venjari hjá Atlétic Bilbao, og áðrenn tað hevur hann verið venjari hjá Valencia, Olympiacos, Villarreal og Espanyol.


Ernesto Valverde er ikki heilt ókendur í FC Barcelona, har hann áður hevur verið á lønarlistanum sum spælari. Hetta var tíðarskeiðið 1988 til 1990.


Tað verður hildið, at Ernesto Valverde og FC Barcelona hava gjørt ein trý ára sáttmála. Hetta verður helst lýst nærri á almenna tíðindafundinum, ið verður hósdagin.