Her er manningin hjá Súna í Hjøllum

Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu skipaði seg formelt á almennum bygdaráðsfundi seinasta hóskvøld.

 

Á almennum bygdaráðsfundi seinasta hóskvøld skipaði nývalda bygdaráðið í Nes kommunu seg, og samstundis vórðu myndir tiknar.

Sum áður boðað frá, verður Súni í Hjøllum borgarstjóri, og Heini Súnason Kristiansen verður varaborgarstjóri.

Hinir bygdaráðslimirnir eru:  Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen.

Vit hava áður nevnt á In.fo, hvussu nývalda bygdaráðið í Nes kommunu hevur gjørt av at skipa nevndirnar, og hetta sæst eisini um heimasíðuna - nes.fo.