Her er lutakastið hjá U17- og U19-kvinnum

U17- og U19-kvinnulandsliðið skulu kappast í spennandi EHF-championship kappingum í summar. Lutakast var í dag til hesar kappingar

Mynd: (HSF.fo)

U17- og U19-kvinnulandsliðið skulu kappast í spennandi EHF-championship kappingum í summar. Lutakast var í dag til hesar kappingar. Bæði liðini hava fingið ein spennandi bólk, har okkara hava møguleikar. Liðini spæla um at vinna seg víðari til EM og HM, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Lutakastið:

 

EHF Championship – U17 kvinnur

 

Baku, Aserbajan, 5.-13. august 2023

 

Bólkur A: Slovenia, Litava, Georgia, Bosnia-Hersegovina, Aserbajan

 

Bólkur B: Føroyar, Spania, Luksemborg, Grikkaland

 

 

 

EHF Championship – U19 kvinnur

 

Klaipeda, Litava, 8.-16. juli 2023

 

Bólkur A: Spania, Føroyar, Turkaland, Bulgaria

 

Bólkur B: Slovenia, Estland, Litava, Bosnia-Hersegovina

 

Ovastu tvey liðini úr bólkunum møtast í hálvfinalum og vinnararnir av hesum dystunum í finaluni.

 

Mynd: (HSF.fo)