Legendariski miðverjin hjá Chelsea, John Terry, var í gjár gestur bretsku sjónvarpsstøðini Sky Sports. Miðverjin, sum í dag spælir við Aston Villa, fekk millum annað til uppgávu at seta eitt lið av bestu mótstøðuspælarum í Premier League, sum hann hevur spælt ímóti.
Ikki færri enn átta av teimum eru spælarar, sum hava verið á toppinum í Manchester United, meðan tveir spælarar úr Liverpool og ein úr Arsenal komu á liðið.
Hann var í sjónvarpsstovuni saman við fyrrverandi Liverpool miðverjanum, Jamie Carragher, sum millum annað fekk pláss á liðnum. Somuleiðis fekk Gary Neville, sum vanliga er partur av Sky Sports sendingini, eisini pláss á høgra bakkinum.
Steven Gerrard er hin spælarin úr Liverpool, sum fekk pláss á liðnum, meðan John Terry nevndi Thierry Henry sum besta spælarin, hann hevur spælt ímóti í Premir League.
- Hann er eisini spælarin, sum eg kundi fáa svøvnleysar nætur av. Tú visti at tað fór at blíva ein torførur dystur, segði John Terry millum annað.
Í sendingini segði miðverjin eisini, at hann helt Frank Lampard vera betri enn Paul Scholes og Steven Gerrard, at José Mourinho var besti venjarin hann hevði havt og at Anfield var eitt av torførastu støðunum at spæla, tí áskoðararnar hjá Liverpool løgdu so nógv fyri.
Her er liðið, sum John Terry valdi. Her er bara talan um spælarar, sum John Terry hevur spælt ímóti, og tí er ongin spælari í Chelsea við:
Málverji: David De Gea (Manchester United)
Verjan: Gary Neville (Manchester United), Jamie Carragher (Liverpool), Rio Ferdinand (Manchester United), Patrice Evra (Manchester United)
Miðvøllur: Cristiano Ronaldo (Manchester United), Steven Gerrard (Liverpool), Paul Scholes (Manchester United), Ryan Giggs (Manchester United)
Álop: Wayne Rooney (Everton/Manchester United), Thierry Henry (Arsenal)