Í gamla skúla í Sørvagi er aftur komið lív. Eitt er, at skúlin er vorðin málaður uttan. Men innan verður eisini málað. Málað fínt. List, skilir lesarin.
Sørvingur, sum annars er kendur sum skrivandi maður, hevur tikið pensil í hond og er farin at mála. Tó ikki burturav, tí framvegis eru bøkurnar frammalaga í huganum.
Ólavur í Beiti hevur verið í Danmark og nomið sær kunnleika um málningalistina. Hjá listamanni í Norðurjútlandi, greiðir hann frá.
Fyri at kunna fáa nakað burtur úr málingini, er neyðugt við góðum arbeiðshølum.
Tey kundu nokk fáast í Danmark, men tað kostaði ikki heilt einki, so hugsað varð um at fáa okkurt heima á landi og so royna seg í heimliga umhvørvinum.
?Tað passar eisini betri til mín, heldur Ólavur. Tí eg máli landsløg og slíkt, sum eg síggi, og í Danmark er einki landslag. Har er alt líka. Slætt. Øðrvísi er í Føroyum, har einki líkist øðrum, og tú alla tíðina fært nýggjar vinklar og nýtt ljós at arbeiða við.
Vælvild
Ólavur í Beiti er fegin um ta vælvild, honum er víst frá kommunalari síðu, sum hann tekur til.
Tá hann setti seg í samband við Sørvágs Kommunu við fyrispurningi um at fáa gamla skúlan í Sørvági til arbeiðshøli, var leyst og liðugt beinanveg, greiðir hann frá. Og tað er hann bygdarráðnum ógvuliga takksamur fyri, sigur Ólavur.
Hann hevur nú allan skúlan fyri seg sjálvan. Heldur til í niðaru hæddini, har alt er gjørt til eitt rúm.
Ljóst og rúmligt er inni. Eitt staffeli stendur í tí partinum, har innara stovan var. Málningar hanga á veggjunum. Summir lidnir, aðrir ikki. Hann veit ikki rættiliga. Ilt at siga. Kanska verður onkur strika gjørd afturat.
Hann tekur eina mynd niður av vegginum. Heldur, at hon er ikki heilt liðug. Kundi verið, at hon skal hava okkurt afturat. Og skal nú ein fotomynd takast, so er best, at hon verður tikin, meðan maðurin arbeiðir, heldur hann.
Og soleiðis fær hetta grøna løriftið nakrar svartar strikur her og har. Nýblandaða máling, smurda upp á við einum stívum pensli. Tað gresjar í løriftinum, tá strokið verður eftir.
Og knappliga hava vit eina heilt aðra mynd. Køld er hon. Gamaní. Grøn luft er køld. Men so er ein strika, sum kann líkjast havsbrúnni, komin har úti, Og nærri okkum er sjóvarkletturin og kanska onkur myrkur hamarsendi uppi á landi eisini.
Soleiðis fekk myndin aðra útsjónd, enn listamaðurin kanska upprunaliga hevði ætlað, tí hann vil vera fyrikomandi og lata myndamannin fáa hesa fotomyndina av sær.
Onnur meta
Ólavur í Beiti sigur, at hann málar tað, hann sær. Hvussu tað annars er, letur hann onnur meta um.
Og tað kunnu fólk nær sum helst sleppa at gera, sigur hann. Fólk eru vælkomin inn á gólvið, meðan hann arbeiðir. Kunnu síggja, hvussu farið verður fram, og skoða tað, sum á veggjunum hongur.
Hann leggur høvdið eitt sindur á skák. Blundar við øðrum eyganum og smílist eitt sindur.
?Hava tey hug at keypa ein málning, eri eg ikki heilt óvilligur til at lata hann frá mær, heldur hann.
Hann hevur ikki hug at verða lagdur undir at eftirgera tað, onnur hava málað, sigur hann. So hann má royna at finna sín egna stíl, hvussu tað so skal gerast og eydnast?
Men hann leggur einki í at brúka so øgiliga nógvar litir, sum nú ofta verður gjørt, hóast hann kortini hevur onkran litfagran málning.
Betri dámar honum at finna dýpið og ljósið. Og tað kann best gerast við at mála alt í einum, sigur hann. Ikki við at leggja litirnar í lagi oman á lag.
Eisini bøkur
Hóast Ólavur í Beiti heldur man vera kendur millum fólk sum skrivandi enn sum málandi maður, eru bøkurnar í løtuni farnar eitt sindur afturum til frama fyri málningalistina.
Tó hevur hann ikki heilt slept bókliga virkinum kortini. Men beint nú eru tað annara verk, ið standa fyri.
Ólavur greiðir frá, at hann saman við bygdarmanninum Sonna Jacobsen arbeiðir við at geva út verk hjá øðrum bygdarmanni, Einari Petersen.
?Einar er farin í rúmligari skaldaheim enn hendan, vit ganga og tvassa í, og ætlanin er nú at savna hansara samlaðu verk, greiðir Ólavur frá.
Einar Petersen var í ferð við at skriva eina krimisøgu, tá hann doyði. Hon var ikki liðug, men Sonni Petersen hevur nú gjørt hana lidna. Hon verður millum tað, sum ætlanin er at geva út. Eisini onkur av hansara fyrru krimisøgum, sum hevur verið útseld, verður aftur at síggja í hesum verkinum, sigur Ólavur í Beiti, sum vónar, at útgávan kemur fyri jól.