Vit mugu tryggja okkum, at allar avgerðir hjá barnaverndini um at taka børn heimanífrá, eru rættar og byggja á so haldgott grundarlag, sum yvirhøvur til ber. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og tískil hevur hon spurt Elsebetg Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um avgerðir hjá barnaverndini um at taka børn úr heiminum, yvirhøvur verða eftirmettar. Hon vil eisini vita, hvussu ofta hetta hendir, og hvør tað er, sum ger hesar eftirmetingar.
– Verður nøkur óheft dygdarmeting ella eftirkanning av barnaverndarmálum gjørd fyri at tryggja, at skipanin virkar nóg væl, og at avgerðirnar altíð eru tiknar á nóg haldgóðum grundarlagi, ljóðar ein spurningur til lansstýriskvinnuna.
Hon vil eisini hava at vita um foreldur, sum hava mist børnini, fáa hjálp og stuðul til at fáa eitt gott samband við fosturforeldur - og við barnaverndartænastuna.
Bjørt Samuelsen vísir á, at sambært seinastu ársfrágreiðing hjá Løgtingisins umboðsmanni eru nógvar klagur um barnaverndirnar. Samstundis eru tað eini 120 børn í Føroyum, sum eru tikin frá foreldrunum. Tey flestu av teimum eru hjá fosturforeldrum og nøkur á stovni.
– Við hvørt kunnu umstøðurnar vera so álvarsamar, at tað er einasta loysnin at taka barnið heimanífrá. Men samstundis er tað umráðandi, at myndugleikin ger alt, sum gerast kann, fyri at veita ta hjálp og tann stuðul, sum skal til, fyri at børnini kunnu veksa upp hjá foreldrunum har tað er ráðiligt og best fyri barnið, sigur hon.
Hon heldur, at tá ið børn verða tikin heimanífrá, er tað ein avgerð, ið fær heilt grundleggjandi ávirkan á lívið, uppvøksturin og framtíðina hjá barninum. Og at missa børn síni man uttan iva vera eitt tað mest skakandi og ógvusliga, sum ein familja kann uppliva, leggur hon afturat.
– Talan er um eym og viðbrekin mál, har rúm ikki er fyri skeivum avgerðum. Tí er tað eisini umráðandi, at politiski myndugleikin tryggjar, at skipanin virkar so væl, sum yvirhøvur ber til, sigur Bjørt Samuelsen.











