Fríggjadagin klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið venjingardyst móti Liktinstein í Marbella í Spania.
Hetta verður áttanda ferðin vit møta Liktinstein, og hava okkara menn vunnið allar sjey dystirnar higartil. Samlaða málúrtøkan er 17-4 til Føroyar.
Á fýra sinnum hava vit tó bert vunnið við einum máli, og seinast vit møttust 29. mars í 2022 var tað bert eitt mál hjá Patriki Johannesen, ið skilti liðini á máltalvuni.
Liktinstein hevur nakarar leikarar sum spæla á heilt høgum støði.
Áleyparin, Dennis Salanovic spælir við liðnum, York United sum spælir í Premier League í Kanada. Miðvallarin Marcel Büchel spælir við SPAL í triðbestu italsku deildini, og fimm spælarar spæla við Vaduz, ið spælir í næstbestu sveisisku fótbóltsdeildini. Annars spæla leikararnir í lægri deildum í sveisiskum fótbólti, og í heimligu deildini í Liktinstein.
HER er hópurin hjá Liktinstein við málverjum (Tor), verjuleikarum (Abwehr), miðvallarum (Mittelfeld) og áleyparum (Sturm):
##med2##
Kelda: Liechtensteiner Fussballverband












