12. mars í stórhøllini við Tjarnir, og 16. mars á útivølli í Amsterdam spæla Føroyar EM-undankappingardystir móti Niðurlondum.
Svenski landsliðsvenjarin hjá Niðurlondum, Staffan Olsen hevur tikið út 16 av teimum 18 leikarunum, ið skulu manna niðurlendska HM-hópin.
Niðurlond eru saman við Norðurmakedonia, Guinea og Ungarn liðini, ið manna innleiðandi bólk D. Dystirnir í bólki D vera spældir í kroatiska býnum, Varaždin.
Sæð við føroyskum brillum verður tað spennandi at síggja hvussu okkara komandi mótstøðulið fer at avrika í HM-endaspælinum.
Teir 16 úttiknu leikararnir eru:
| Navn: | Felag: |
|---|---|
| Dani Baijens | Paris Saint-Germain Handball (FRA) |
| Matthias Dorgelo | SønderjyskE Håndbold (DEN) |
| Kaj Geenen | VfL Lübeck-Schwartau (GER) |
| Thomas Houtepen | TBV Lemgo Lippe (GER) |
| Martijn Kleijkers | Billère Handball Pau Pyrénées (FRA) |
| Lars Kooij | RK Vardar (MKD) |
| Bart Ravensbergen | Frisch Auf! Göppingen (GER) |
| Bobby Schagen | TBV Lemgo (GER) rtz/Bevo HC |
| Robin Schoenaker | Sporting Pelt (BEL) |
| Alec Smit | Pfadi Winterthur Handball (SUI) |
| Jorn Smits | GC Amicitia Zürich (SUI) |
| Kay Smits | SG Flensburg-Handewitt (GER) |
| Ivar Stavast | HC ElbFlorenz Dresden (GER) |
| Luc Steins | Paris Saint-Germain Handball (FRA) |
| Rutger ten Velde | Frisch Auf! Göppingen (GER) |
| Niels Versteijnen | TBV Lemgo (GER) |











