Tað eru kanska tey fægstu sum hugsa um hesa bygdina. Tey fara við ýlandi ferð úr Havn ella til Havnar. Øll koyra tey framvið lítlu bygdini Hvítanes.
Men niðri í bygdini standa fleiri hús, og her hava um 100 fólk sítt heim og sín gerandisdag. Av hesum hava tey 70 valrætt.
Hesi fólkini sansa neyvan teimum túsundtals bilunum, sum hvønn einasta dag koyra oman fyri bygdini. Tað er so skjótt at ein venur seg við súsið frá bilunum.
So skjótt ein kemur oman í bygdina kemur friðurin einum ímøti. Her hevur eingin skund og her gongur lívið sína dagligu gongd.
Hóast bygdin liggur nærhendis einum stórbýi og hóast bygdin er partur av landsins størstu kommunu, so andar alt av friði her í bygdini.
Gott stað
Ein av íbúgvunum á Hvítanesi er Sunnleif Kjærbæk, sum dagliga starvast sum portørur á Landssjúkrahúsinum.
Mamma hansara er ættað higani úr bygdini, og eftir at hann hevði keypt ognina, bygdi hann sær egin sethús á hesum staðnum, nærhendis skúlanum í bygdini. Skúlin verður ikki brúktur sum skúli longur, men sum serstovnur.
Tá serlig tiltøk eru í bygdini, er skúlin tó eitt nátúrligt savningarstað hjá fólki.
Jøvn broyting
Tey seinnu árini er Tórshavnar kommuna vaksin nógv, og er hesin vøksturin eisini at hóma á Hvítanesi.
Her eru nógv nýggj sethús bygd í tí einu útstykkingini. Spurningurin er so, hvørt henda útstykkingin hevur broytt bygdarlívið.
Ein sannroynd, sum staðfestast kann er, at bygdin veksur í talinum av íbúgvum, men ikki ov skjótt.
Tað er líkasum at ein her hevur viljað tikið hensyn til bygdarlívið, soleiðis at alt ikki verður broytt eftir einum degi, sigur Sunnleif og fegnast um tað.
At fólk hava viljað og framvegis vilja! seta búgv á hesum staði er skilligt, tá ein fer oman í hesa, av Skaparans hond, so vøkru bygdina.
Tað eru ikki bert føroyingar sum vita hetta. Serliga um summarið kemur vakurleikin til sín rætt, og tá síggjast eisini ofta fremmand ferðafólk í bygdini.
Vakurt útsýnið er eystureftir móti Nólsoynni úr bygdini ella um ein fer oman á lendingina. Og fer ein longur norður í Akkersvík so er eisini vakurt útsýni har norðureftir.
Fleiri av listamálarum okkara hava eisini fingið eyguni upp fyri hesum, og í mongum heimum hanga eisini myndir av Hvítanesi.
Hinvegin so vita hvítanesfólk eisini at siga frá ringum uppgangi, tá hann hevur verið landssynningur í ættini.
27 ár á sama staði
Sunnleif hevur starvast sum portørur í samfull 27 ár.
Í frítíðini dámar honum væl at takast við seyð.
Fyrr kundi hann ofta vera á seiðabergi, men tað er ikki so ofta longur, at hann fer við tráðuni á seiðaberg.
Eg kann minnast frá fyrr av, at ein kundi fáa nógva berggyltu, men nú er lítið at fáa av slíkum, staðfestir Sunnleif.
Hann hevur eisini í sínari tíð havt bát, men í einum herviligum ódnarveðri við miklum uppgangi fór hesin báturin, saman við fleiri øðrum.
Tá var rættiligt ódnarveður. Tað breyt langt niðan í bygdina, sigur Sunnleif