Her er fyrsta Liverpool keypið í summar

Champions League meistarin Liverpool hevur higartil, ikki gjørt nógv um seg í flytingarvindeyganum.

Í dag er kunngjørt, at Liverpool hevur keypt fyrsta leikaran hetta summarið. Talan er um 17 ára gamla miðverjan Sepp Van Der Berg. Ungi verjuleikarin hevur spælt 21 dystir í bestu deildini í Hollandi, fyri PEC Zvolle. 

Tannáringurin skal hava kostað Liverpool ímillum 9 til 50 milliónir krónir, tað verður avrikið hjá leikaranum, ið fer at avgera endaliga prísin.

Bólttryggi verjuleikarin, hevur eftir øllum at døma skriva undir uppá ein seks ára langan sáttmála við Champions League meistarirnir. Liverpool var ikki einasta felagið, ið vildi keypa Van Der Berg. Ungi niðurlandsmaðurin skal hava vælt Liverpool, framm um feløg sum Bayern Munchen og Real Madrid.