Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa um NSÍ, sum leygarkvøldið bleiv FM favorittur 2018. Orsøkin er, at Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari og hann dugur at vinna FM.
Í ÍtróttarSosialinum hesa ferð ber til at lesa um avbjóðingarnar hjá honum, møguligir spælarar, ið eru á veg og vit seta liðið til komandi kappingarár. Eisini er ein støðumeting av øllum venjara- og spælaraskiftunum í føroyskum fótbólti. Har í millum hvussu støðan er í tínum felagi.
Les eisini um Michal Przybylski, ársins ungi spælari 2017, um at verða úttikin til U20 landsliðið hjá Póllandi. Les eisini um Jóhan Troest Davidsen, sum svarar fimm spurningum ella Áka Egilsnes, ið skoraði ikki færri enn 10 mál í Íslandi.
Síggj eisini myndir frá fimleikafagnaðinum, les klummuna, ummælið av bókini hjá Joey Barton og royn quzzina.