Í dag klokkan 13:30 letur Suðuroyar Ullvirki upp handil við SIRRI vørum í gomlu Krambúð á Gørðunum í Vági.
SIRRI vørurnar eru framleiddar úr føroyskum tilfari á Suðuroyar Ullvirki.
Toldi ikki ull
Ein teirra, ið hevur notið at gingið í pløggum frá Suðuroyar Ullvirki, er Ólavur Hátún. Hann hevur annars verið sera varin og ringur at gera tilpass, tá um klæðir umræður, tí tað er, sum er einki nóg mjúkt.
- Longu sum smádrongur toldi eg illa ull.Skjúrturnar, eg nýti, koma allan vegin úr Sveis. Tær eru silkoline viðgjørdar og kosta sera nógv, og mín góði vinur Villy Gohl hevur tær vanliga við, tá hann vitjar, greiðir Ólavur frá.
Hann hevur í mong ár havt trupult við at finna røttu klæðini, tí tað var ikki alt hann kundi fara í, tí hann toldi tað ikki.
Eitt ríkidømi
Ólavur leggur dent á, at hann hevur ikki privatan áhuga í at lýsa við vørum hjá nøkrum, ella at ganga mótaframsýning, men ullin hevur áhuga hansara. Nógv verður gjørt við ull í húsinum, tí konan Ása, ið er handarbeiðslærarinna, fæst nógv við at virka úr ull.
Ull er Føroya gull, søgdu tey fyrr, og tað er ikki sørt, at tað harmar Ólav, at ull nú verður fyribeind í Føroyum, tí her er eitt ríkidømi, um rætt verður farið fram, heldur hann.
Kórleiðarin fekk ullint plagg
Men hvussu byrjaði so hetta við at Ólavur, sum ikki tolir hvat sum helst at húðini, byrjaði at ganga í ullintari troyggju.
Fyri ári síðani, ella so, stóð Kirkjukórið Ljómur í Vági og tørvaði ein kórleiðara.
Ólavur tók uppgávuna á seg og fór suður og búði hjá Karini og Árna Brattaberg.
Ein dagin vístu tey honum Ullvirkið, sum tey reka, og tey vildu hava hann at royna onkra av mongu troyggjunum, sum har lógu.
Hetta var Ólavur tó ikki so fegin um, tí hetta var jú ull og royndir hansara við ull vóru ikki tær bestu.
Hann royndi tó eina troyggju, ið passaði sera væl, so hann tók av. Kanska mest fyri at stuðla nýggju framleiðsluni.
Eftir kórvenjng fór hann í troyggjuna, og hevði í huga at halda út, til hann sat umborð á Smyrli á veg til Havnar. Tá kundi hann skifta aftur. Men hann skifti ikki, tí einki var at klaga um. Troyggjan ?prikaði? ikki og síðani hevur nærum ikki verið dagur, at hann ikki hevur gingið í troyggjuni inni og úti.
- Eg kenni meg ikki ílatnan, eri eg ikki í henni, sigur Ólavur.
Ikki blandað
Ólavur sigur, at troyggjan hevur fleiri góðar eginleikar. Hon niblar ikki. Er regn, so er bert at rista úr henni, so er alt burtur.
- Kanska er skomm at siga frá tí, men hon er ongantíð vaskað, men hon angar enn líka frísk. Eg veit ikki hví so er, men tað er ein eginleiki, sigur Ólavur.
Hann metir, at aðrir framleiðarar av ullvørum blanda møguliga útlendska ull við føroysku ullina.
Troyggjan hjá Ólavi er náttúrulitur og úr reinari føroyskari ull og hon er fullgóð, metir Ólavur.
Fyribeind
-Tað hevur harmað meg, at ull verður fyribeind. Sjálvt í bóndabygdum. Hetta sigi eg útfrá einum samfelagsbúskaparligum sjónarmiði, sigur Ólavur Hátún.
Hann heldur vera av stórum týdningi, at menn hugsa um ullina, tá teir velja brund, tí ullin er ólík í dygd í ymsu hagunum.
Buksur og hatt
Ólavur hevur nú eisini fingið buksur frá Suðuroyar Ullvirki. Hetta eru fyrstu buksurnar, ið eru framleiddar har, men Ólavur ivast ikki í, at hetta er besta plagg, ið t.d. ein sjómaður kann fáa. Mjúkar og heitar.
Hann gongur eisini í ullintum, tøvdum hatti, men henda hevur konan Ása gjørt honum.
Tá fólk hitta Ólav í ullintari troyggju hava tey onkutíð skemtast, og spurt, um konan nú hevur verið uppá spæl.
Men so greiðir hann teimum frá, at hetta er føroysk framleiðsla úr Suðuroynni.
Ólavur heldur vera løgið, so trupult tað er í Havn at fáa fatur á vørum frá Suðuroyar Ullvirki.
- Orsøkirnar kann ein gita um, men tað er spell, at so er, og vónandi verður bøtt um hetta, sigur Ólavur.
Hann ivast onga løtu í, at vit í Føroyum kunnu fáa gagn og vinning úr ullini, um rætt verður farið fram.
Í samband við, at Ullvirkið letur upp á Gørðunum í Vági í dag, er móttøka klokkan 13:30. Smyril siglur mikudag á Vág klokkan 9:30 og av aftur Vági klokkan15:30.