Her er dreymabólkurin hjá Toda

Fyrrverandi landsliðshetjan ynskir eisini at fáa Føroyar í sama bólk sum Ongland.

Todi Jónsson er tann føroyski leikarin, ið hevur gjørt seg mest galdandi uttanfyri landoddarnar. Við sínum kvikleika og kropsligu styrki, hevur Todi megnað at givið nógvum verjuleikarum grá hár á høvdið.

 

Les eisini: Dreymabólkurin hjá Rógva Jacobsen

 

Føroyski framherjin hevði sína bestu tíð frá 1997 til 2005, tá Todi leikti fyri danska stórfelagið FC Keypmannahavn. Todi er framvegis ein legenda í FC Keypmannahavn, og javnan síggjast FCK fjepparar ganga við troyggju nummar 12, har Todi stendur á rygginum. Hetta hóast tað skjótt eru 10 ár síðani at Todi gavst í felagnum.

 

FC Keypmannahavn vann danska meistaraheitið 3 ferðir við Toda á liðnum, umframt 2 steypakappingar.

 

Todi Jónsson hevði eisini eina góða tíð á føroyska landsliðnum, har Todi leikti 47 dystir og skoraði 9 mál.

 

Málini móti Malta og Spania standa serliga sterkt eftir í minninum hjá flestu føroyingum.

 

 

Umframt FCK, so umboðaði Todi eisini barndómsfelagið KÍ, B36, Lyngby, IK Start og Fremad Amager. 

 

 

 

Hetta er dreymabólkurin hjá Toda :

 

Ongland

Danmark

Eysturríki

Finland

Ísland

Føroyar

 

Hetta er marrubólkurin hjá Toda : 

 

Russland

Ukraina

Ísrael

Bulgaria

Georgia

Føroyar