Her er ætlanin hjá Víkingi

Víkingur ætlar sær ikki einki komandi ár. Umframt Súna Olsen skal eisini annar profilur til felagið

Tað eydnaðist ikki Víkingi at kappast um heiðursmerkini í landskappingini í ár. Tað skal broytast til komandi ár, um ætlanin heldur, sum felagið hevur stungið út í kortið.

 

Fyrsta flytingin er longu gjørd. Súni Olsen er aftur í Sarpugerði, har alt byrjaði. Síðani er ætlanin at styrkja álopsspartin við einum sterkum framherja afturat. Her er framherjin hjá B36, Lukasz Cieslewicz, heilt greitt ovast á listanum.

 

Sum skilst, so hevur samband verið millum Lukasz Cieslewicz og fleiri feløg, umframt at B36 ger sítt fyri at halda upp á póllendingin. In.fo skilir, at Lukasz hevur í fyrsta umfari avvíst boðinum hjá Víkingi, men at Víkingur nú er komið aftur við betri boðið, men at Lukasz ikki vil taka eina endaliga avgerð fyrr enn eftir seinasta dystin, sum er í dag.

 

Fær Víking ikki Lukasz, so verður sannlíkt leita uttanfyri landoddarnar eftir einum framherja at stuðla Finni Justinussen.

 

Víkingur er eisini í samráðingum við Levi Hanssen, sum skal styrkja um miðvøllin og økja um breiddina á liðnum. Hann er somuleiðis upp á tal í HB. Gert Hansen hevur eisini leingi verið upp á tal í Víkingi. Spurningurin er so um tað er í ár, at tann søgan gerst veruleiki?

 

Annars er ætlanin, at spæliloyvið hjá Sølva Vatnhamar verður liggjandi í felagnum, meðan hann er í Danmark. Hetta fyri at hann kann koma heim og spæla, tá tað liggur fyri. Eitt nú í páskaferiuni. Sølvi Vatnhamar hevur verið ein týdningarmikil spælari hjá Víkingi í ár.

 

Umframt tað, so ljóðar at fyribils ætlanir eru um at fáa Andreas Lava Olsen heim til seinnu hálvu. Hetta er tó ikki vist.