Her endar Steven Gerrard

Liðskiparin hjá Liverpool verður millum best løntu spælararnar í USA

Steven Gerrard ger eins og David Beckham og skiftir til LA Galaxy í Amerika. Tað skrivar BBC í dag. Liðskiparin hjá Liverpool verður millum best løntu spælararnar í MLS í USA.

 

Les eisini: Steven Gerrard gevst í Liverpool

 

Steven Gerrard boðaði í farnu viku frá, at hann gevst í Liverpool. Dagin eftir avdúkaði hann, at hann fór at skifta til Major League Soccer, sum er landskappingin í USA. Nú sigur BBC seg vita, at Steven Gerrard eins og David Beckham á sinni, flytir til LA Galaxy.

 

Les eisini: Gerrard noktar at spæla móti Liverpool

 

LA Galaxy hevur í løtuni Robbie Keane í hópinum. Írin hevur fyrr spælt saman við Steven Gerrard í Liverpool. Tað var í 2008. Kendasti spælarin í søguni hjá LA Galaxy er óiva David Beckham. Hann skifti í 2007 til felagið og spældi har til 2012.

 

 

Les eisini: (Fótbóltspanelið - Ljóðbrot) Hvønn týdning hevur Gerrard havt fyri Liverpool?

 

BBC skrivar, at lønin hjá Steven Gerrard verður um 38 milliónir um árið, og talan verður ein 18 mánaðar sáttmála. Hann verður millum best løtu spælararnar í deildini.

 

Hesir eru teir best løtu í MLS í løtuni:

1.     Kaka (Orlando City) 41 milliónir krónur

2.     Michael Bradley (Toronto) 38

3.     Jermain Defoe (Toronto) 38

4.     Clint Dempsey (Seattle Sounders) 31

5.     Robbie Keane (LA Galaxy) 29

6.     Landon Donovan (LA Galaxy) 27

7.     Theirry Henry (New York Redbull) 24

8.     Tim Cahill (New York Redbull) 22

9.     Jermain Jones (New England Revolution) 19

10. Marco Di Vaio (Montreal Impact) 10