Her ber til at njóta náttúruna - í bili

Nøkur vegastrekki kring landið eru serliga væl hóskandi hjá ferðafólki í bili

Ein Sóljuleið!

Tað er kanska eitt nýtt heiti, vit skulu venja okkum við í føroysku ferðavinnuni.

 

Landsverk og Ferðaráðið, hava nú stungið nakrar vegir út í Føroyakortið, har ferðslan er so lítil, at tey eru væl hóskandi hjá ferðafólki, sum vilja fáa høvi til at njóta náttúruna úr bili.

 

Tey nevna hesi vegastrekki fyri Sóljuleiðir, og her kunnu bæði føroyingar, og útlendsk ferðafólk, koyra spakuliga og njóta biltúrin, og náttúruna, uttan at vera til ampa fyri ferðsluna annars. 

 

Sóljuleiðirnar liggja í serliga vøkrari náttúru, og sum frálíður er ætlanin at bøta um umstøðurnar á teimum við dvalarvikum ella stórum víkiplássum, har til ber at steðga og njóta náttúruna.

 

Landsverk sigur, at á Sóljuleiðunum ræður ikki bert um at koma fram. Tað ræður líka so nógv at njóta ferðina og náttúruna, heilt frá tí stórbæra panoramaútsýninum, til tað heilt næra - ein foss, ella ein tutlandi áarløk.

 

Landsverk sigur, at í ár er ein millión krónur játtaðar at asfaltera vegin til Múla, og at gera eitt vendipláss, ella ein dvalarvika, har landsvegurin endar við bygdina í Múla. Sostatt verður Múlavegurin skjótt eisini ein Sóljuleið.

 

Á kortinum sæst, hvørji vegastrekkini eru, sum higartil hava fingið heitið Sóljuleiðir.