Herðaklapp til Heimaforbundssystrar

Njál Djurhuus
---

Lívsroynsla mín er, at í eini samkomu er tað gott at hava ein felagsskap sum Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum.
»The Home League« byrjaði í London 28. januar 1907, og í Noregi, Íslandi og Føroyum eru um 3000 kvinnur við, og í teimum 119 londunum, har Frelsunarherurin arbeiðir, samlast gott og væl 627.000 kvinnur til heimaforbundssamkomur hvørja viku. Sostatt er Heimaforbundið næststørsti kvinnufelagsskapur í heiminum.
Tað ið serstakliga hugtekur meg er, at hesar kvinnur á hvørjum ári semjast um at samla saman pening til eitt gott endamál. Sostatt hava heimaforbundssystrar ígjøgnum nógv ár útvegað milliónir av krónum til serstøk endamál runt um í heiminum. Umframt tað veit eg, at systranar hava árasølu til at styrkja tað evangeliska arbeiði her í Føroyum, og tá jólini nærkast verða pakkar pakkaðir til at geva út, millum annað fáa russiskir sjómenn gleði av tí.
Fyri 14 døgum síðani sat eg í salinum í Tórsgøtu sum gestur og eygleiddi tað, ið fór fram. Salurin var fullsettur av syngjandi fólki. Brøðurnir Marnar, Árni og Jóhan Petur Andreasen sungu saman við tí fasta tónleikabólkinum har. Sjálvsagt var ein góður drekkamunnur við heimabakaðum køkum á skránni. Tað ið gleddi meg mest var endamálið, og tað var at samla pening til Frelsunarhersins serstaka arbeiði móti skøkjulevnaði í Bangladesh.
Heimaforbundssystrar um heimin hava í trý ár arbeitt við hesari verkætlan, og hava tilsamans útvegað fleiri milliónir til endamálið. Nú er henda verkætlan komin á mál, og næsta ár byrja tey við ein nýggjari.
Britt Knedal var serstakur gestur hetta kvøldið. Hon hevur sjálv verið í Bangladesh og vissa seg um, at innkomni peningur er rætt nýttur. Tað var hugnaligt at hoyra og síggja við myndum ferðafrásøgn hennara.
Tað mest gleðiliga var, at vegna hesa verkætlan og tann peningastuðul Heimaforbundið gav, so hevði tað eydnast at fingið fleiri av hesum kvinnunum, ið livdu av skøkjulevnaði at gevast við tí, og sum tær dugnaligu kvinnur tær eru, kunnu tær nú skaffa pening til uppihald fyri familjum sínum av tí handverkið tær eru lærdar upp í og hava fingið hjálp til at fara undir.
Frelsunarherurin í Noregi og aðrar staðir hevur millum annað handlar undir navninum »Sally Ann«, ið er Frelsunarhersins handilsvirksemi fyri rættvísi. Yvirskotið kemur hesum kvinnum til góðar.
Kæru heimaforbundssystrar!
Eg eri stoltur av tykkum, ikki var tað undarligt at stovnari Frelsunarhersins William Booth segði á sinni at »mínir bestu menn eru kvinnur!«
Tí hetta herðaklappið! Tit hava tað uppiborið!