Tað var ein rættiliga heppin svii, sum um vikuskiftið vann 105.315.432 svenskar krónur, og tað svarar til umleið 86 milliónir danskar krónur.
Ikki fyrr enn í dag fekk hepni vinnarin boðini. Hann hevði verið burturstaddur um vikuskiftið og hevði havt fartelefonina sløkta, so ikki fyrr en í morgun fekk hann gleðiligi boðini um stóra vinningin.
Hepna familjan býr í býnum Borås eystan fyri Götborg.
Nú skal eg savna familjuna so vit kunnu tosa um, hvat er hent. Tað fer at taka sína tíð, áðrenn vit heilt skilja tað, sigur maðurin, sum vil vera ónevndur.
Drömvinsten er størsta lottospælið í Norðurlondum og virkar sum eitt eyka spæl til lotto í Svøríki. Hagtølini siga, at tað bert skal verða ein vinnari til spælið hvørja 40. viku, og sannlíkið at vinna er 1 til 336.227.681.
Men onkur vinnur, og hesaferð var tað so ein familja í Borås.