Liðið hjá Halli Hanssyni og René Shaki Joensen, Vendsyssel FF er fyribils einsamalt oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Men dysturin ímóti botnliðnum, FC Vestsjælland á útivølli var alt annað enn góður. Lokala blaðið "Nordjyske" staðfestir, at Vendsyssel vóru hepnir at fáa eitt stig, og harvið leggja seg eitt stig á odda. Lyngby, sum hevur spælt ein dyst færri, og liggur eitt stig aftanfyri Vendsyssel FF kan tó vinna oddasessin aftur, tá teir mánakvøldið vitja AC Horsens.
Nordjyske skrivar eisini, at Hallur Hansson var heppin ikki at verða vístur av vølli, tá hann sambært Nordjyske traðkaði á økilin hjá Henrik Madsen. Hallur slapp tó við einum gulum korti.
Sambært Nordjyske hevði Vendsyssel FF stórar trupuleikar við at spæla bóltin. Samanspælið var undir allan kritikk, sambært lokala blaðnum.
Leygardagin 22. november vitjar Vendsyssel FF aftur á Sælandi. Mótstøðuliðið tá verður HB Køge.