Menniskjaliga lyndi er ofta at generalisera ella skera alt yvir ein kamb, tá vit tosa um onnur. Vit sleingja nakað út, uttan at vit grundgeva, hví vit nú halda tað. So leingi hetta fer fram undir neystavegginum ella heima hjá okkum sjálvum, so er ikki so nógvur skaði í tí.
Øðrvísi er, tá tað koma endurgevingar í fjølmiðlunum frá fólki, íð vit meta sum vitandi um tað, tey tosa um. Tá krevja vit meira. Slík fólk kunnu ikki sleingja nakað út uttan at grundgeva.
Herfyri stóð í bløðunum, at Óli Samró, sum er ein av okkara mest vitandi monnum, hvat viðvíkir uttanríkishandli, skal hava sagt "at eingin vil hava nakað við føroyingar at gera, tí teir eru so ópálítiligir".
Nú arbeiði eg nógv við at undirvísa ungdómum. Eg møti har bara pálítiligum, nærlagdum og vónríkum fólkum. At hesi fólk skulu vera ein partur av generelt ópálítiligum fólkaslagi, íð eingin vil hava nakað við at gera, tað er svass. Boðskapurin, íð sendur verður frá Óla Samró, er sera óheppin, um hann ikki verður fylgdur av einari nærri lýsing av trupulleikanum. Hann skyldar okkara ungdómi at greiða nærri frá, hví hann sigur hetta.
Hvar eru vit ópálítiligir? Er tað í peningaviðurskiftum? Í leveringstíð? Í kvaliteti? Er tað nøkur serskilt vinnugrein, ið hugsað verður um?
Ja her er eitt ótal av spurningum, ið eiga at viðgerast og lýsast. Gott hevði verið, um vit høvdu fingið eina nærri útgreining.
At okkurt ikki ruggar rætt í okkara handilsviðurskiftum við útlond, tað hava vit leingi havt varhugan av. Tær frágreiðingar, ið eg higartil havi sæð viðvíkjandi orsøkum, eru alt ov ullintar til at taka støðu út frá.
Nógvar støður eiga at takast av politiska myndugleikanum, helst viðvíkjandi rættindum, ið tað almenna hevur latið til privatar at umsita, tí tað er her byrjanin til alt okkara handilssamskifti úteftir liggur.
Spurningurin er, um nógv av teimum" loyviskortum", ið landið hevur úti, ikki eiga at verða tikin inn og blandað um og síðan býtt út av nýggjum til eina generatión, íð onkur vil hava okkurt við at gera.
Tað krevur so at okkara løgting vísir í verki, at tað er hægsti myndugleiki, og ikki letur seg ræða av snævurskygdum áhugamálum og vanligum amatørjuristaríi.