Heppin finnlendingur vann 363 mió. krónur

363.444.169 krónur. So nógv kann ein heppin finnlendingur setas inn á sína bankakontu.

Pengarnar vann tann hepni finnlendingurin í spælinum Eurojackpot í gjárkvøldið, hsr hann var tann einasti, sum hevði øll tey fimm røttu tølini umframt tvey stjørnutøl.

13 lond eru við í Eurojsckpot-samstarvinum.

 

Finnlendingurin var ikki tann einasti vinnarin í gjárkvøldið, men hinir vinningarnir vóru sera smáir samanborið við hansara. Fimm vinnarar fingu 1,5 millión krónur í part.

Danmark er við í Eurojsckpot-samstarvinum, og tann størsti vinningurin, sum er komin til Danmarkar, var 135 milliónir krónur, sum ein spælasri í Keypmannahavn vann í oktober í 2012.