Hepnir meistarar

Føroyameistararnir úr HB vóru ógvuliga hepnir at hava øll trý stigini við sær aftur av Skála leygardagin.

Í bólki 3 í kappingini um Løgmanssteypið er HB stórfavorittur til at vinna bólkin, men enn hevur havnarfelagið ikki verið serliga sannførandi. Leygardagin var meistaraliðið á vitjan á Skála, og tað var ikki heilt uppiborið at HB vann 1-0 og fekk øll trý stigini.

Brendir møguleikar
Í fyrra hálvleiki í dystinum á Skála vóru ikki teir stóru málmøguleikarnir, men skálamenn vóru minst líka ofta á vitjan í brotsteiginum hjá HB, sum meistararnir vóru í brotsteiginum hjá Skála. Tað eydnaðist tó HB at fáa einasta málið í dystinum beint fyri hálvleik. Eitt hornaspark var sent høgt innfyri, og málverjin hjá Skála, ið annars leikti ein góðan dyst, fór skeivur av bóltinum, og so var lagamanni hjá Hans á Lag við handaru stong at skalla bóltin í tóma málið til 1-0 til HB.
Eftir steðgin vóru skálamenn nógv sjónligari. Teir vóru nógv ágrýtnari og naskari enn havnarmenninir, men teir dugdu ikki at gagnnýta sínar møguleikar. Havnarliðið fekk als ikki sítt spæl at hanga saman, og tað var heilt týðuligt, at liðið ikki er samanspælt enn. Dysturin á Skála var ikki væl spældur, men skálamenn vóru ikki sørt óhepnir at tapa dystin.

Heimasigur á Mølini
Á Mølini á Eiði hittust hini bæði liðini í bólki 2, EB-Streymur og VB. Heimaliðið byrjaði betur, og tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um hálvrunnin legði EB-Streymur seg á odda. Rumenin Sorin Anghel spældi hegnisliga Sonna L. Petersen leysan, og runavíkingurin sveik ikki og skoraði til 1-0.
Í seinna hálvleiki gekk leikur eitt sindur meiri javnt á, men um miðjan seinna hálvleik økti heimaliðið um leiðsluna. Vælleikandi Hans Pauli Samuelsen sendi ein góðan bólt inn um verjuna hjá vágbingum til Sorin Anghel, og rumenin skeyt bóltin millum beinini á Bjarna Johansen, og so var felagsliðið á odda 2-0. Vágbingar fingu minkað um munin nakað fyri leiklok, men tað var ikki nóg mikið, og tískil fekk EB-Streymur síni fyrstu stig í steypakappingini.
HB er nú einsamalt á odda í bólkinum við fullum stigatali, men enn hava meistararnir ikki víst nakað sannførandi spæl. Gamaní er nakað av nýggjum fólki komið til, men so stórar eru broytingarnar á liðnum heldur ikki. EB-Streymur og VB hava bæði trý stig, meðan Skála enn einki stig hevur. Komandi vikuskifti skal HB til Vágs, meðan EB-Streymur og Skála hittast.

Skála-HB 0-1 (0-1)
0-1Hans á Lag

EB-Streymur-VB 2-1 (1-0)
1-0Sonni L. Petersen
2-0Sorin Anghel
2-1Milan Kulic