Hesar appirnar eru hentar at hava við á ferðini í summar:
Viber
Við Viber kanst tú ringja og senda ókeypis boð til tey har heima, um tey eisini hava appina á telefonini. Til ber eisini at rinda fyri at ringja til tey, sum ikki hava appina á telefonini.
Entrain
Skalt tú á eina laga ferð, so kanst tú vænta at fáa jetlag. Hetta kann órógva frítíðina í fleiri dagar. Hendan appin, sum the University of Michigan hevur framleitt sigur tær, nær tú skal vera í dagsljósi og nær er best at leggja seg, soleiðis at tú minst møguligt verður ávirkaður av jetlag.
Google goggles
Tá tú vitjar støð á ferðini, sum tú heldur, at tú eigur at vita okkurt um, men ikki kennur, so ber til at senda mynd á appini Google Goggles, og um appin eigur líknandi mynd, so fært tú kunning um staðið sendandi.
TripAdvisor
Hesa appina kann ein næstan ikki vera fyri uttan á ferðini. Her finnur tú ummæli av bæði gistingarstøðum og matstovum, har tú ferðast, og til ber eisini, at fáa íblástur til spennandi aktivitetir á staðnum tú ert á. Eisini kanst tú goyma kunningina, so tú fært hugt aftur á hana, hóast tú ikki hevur atgongd til netið.
Google Translate
Onkuntíð kann tað koma væl við at duga at svara, heilsa ella spyrja tey lokalu um okkurt á teirra máli. Tað kemur eisini væl við, tá ein skal út at keypa ella hevur hug at møta fólki, har man er. Við google translate kanst tú umseta orð ella setningar til tað málið, sum tú ynskir at samskifta á. Tú kanst ikki brúka google translate á føroyskum, men tú kanst tó velja danskt, enskt, íslendskt og onnur mál, sum flestu føroyingar duga. Minst bert til, at mállæran ikki altíð er røtt, tá tú nýtir google translate.