Útgáva: Fríggjadagin í farnu viku gav samkomuleiðarin í Lívdini, Jógvan Zachariassen út bókina “Samkoman”.
Hetta er ein bók ið viðger tað sum Bíblian lærir um samkomuna, og hvønn týdning tann kristna samkoman hevur havt upp til dagin í dag – og kemur at hava í framtíðini.
Millum tey fyrstu, ið ognaðu sær hesa 400 síðu stóru bókina, var Poul Færø. Og hann fegnast um bókina:
- Henda bókin fer uttan iva at lata eyguni á fólki upp fyri, at Guds samkoma er bara ein. So er líkamikið um ein býr í Føroyum ella í Afrika, sigur hann.
Í bókini er lætt at fáa eyga á, at tað er ein ungur maður sum hevur skrivað, tí eyguni eru opin fyri avbjóðingunum í framtíðini. Dentur verður lagdur á at vísa, hvussu tann einstaka samkoman kann gerast meiri viðkomandi í okkara tíð.
Poul Færø vónar, at Jógvan við bókini fær fólk at skilja, hvussu neyðugt tað er at tey kristnu sameinast og taka ímóti hvørjum øðrum.
Ella sum Poul Færø sigur tað: - Tað ber illa til at elska Gud, um ein ikki samstundis elskar sín bróður!
Nógv uppá hjarta
Á samkomuni fríggjadagin, sum var sama dag sum høvundin fylti 40, varð víst á, at bókin ikki snýr seg um nakra ávísa samkomu.
Hon men umtalar heldur, í rættiliga víðum sjónarringi øll endurfødd menniskju sum Guds samkomu.
Jógvan Zachariassen heitti í januar mánaði í ár á forlagið Leirkerið um at geva bókina út. Hetta varð játtað honum.
Upprunaliga var ætlanin, at hon bert skuldi verða 150 síður. Men so líðandi vaks síðutalið, soleiðis at tað at enda kom heilt upp á 400 síður.
Hóast stóra síðutalið er hetta bert ein partur av tí, sum Jógvan Zachariassen hevur uppá hjarta um samkomulívið.
Sum skilst er hann longu farin undir at fyrireika bind 2 í røðini.