Hensia Einarson: Hava bert tíð til grundleggjandi røktina

Fríggjadagin hittust leiðararnir á Ellis og Røktarheimunum í Føroyum til ein fund, har tey viðgjørdu støðuna á stovunum í Føroyum.

Starvsfólkini mugu renna skjótari, trivnaðurin gerst verri og verri, og tíð er bert til tað grundleggjandi røktina av búfólkunum. Hetta staðfestur Hensia Einarson, leiðari av Tjarnargarði í Havn.

- eg rokni við, at búfólkini merkja tað á starvsfólkunum, sum eru vorðin so ónøgd, segði Hensia Einarson við Barbaru Holm í tíðindasendingini hjá Rás2 klokkan 12 í dag.

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðuna Barbara Holm hevði við Hensiu Einarson.