Henry: Vit loystu uppgávuna

Fraklendingar fingu tað helst lættari á Tórsvølli, enn teir høvdu stúrt fyri frammanundan.

 

Fyrsti málskjúttin í dystinum var Thierry Henry, og hann var nøgdur eftir avrikið leygadagin.

 

- Vit loystu okkara uppgávu í Føroyum, og nú mugu vit hugsa um næsta dystin ímóti Litava, segði Henry.

 

Henry kom við sínum 41. máli upp á javnt við Michel Platini sum toppskjútti á franska landsliðnum, og tað fegnaðist Henry um.

 

- Tað er ótrúligt. Platini er millum bestu spælararnar í fótbóltssøguni, og tí er tað ein serlig kensla at skora líka nógv mál sum hann, segði Henry.