Henry vil sleppa aftur til Arsenal

Thierry Henry sigur við enskar miðlar, at hann kennir seg heima í Arsenal Fáur spælari hevur verið so væl umtóktur millum Arsenal-viðhaldsfólkini, enn Thierry Henry.

 

Thierry Henry vann Premier League tvær ferðir, og gjørdist fýra ferðir toppskjútti í í Premier League, meðan hann spældi við Arsenal.

 

Í 2007 fór Henry til Barcelona, men hann dylur ikki, at honum leingist illa aftur til Arsenal: - Eg elski Arsenal. Tíverri mátti eg fara úr felagnum, men felagið er aldri farið úr mær. Hvørja ferð eg eri á Emirates leikvøllinum kennist tað, sum um eg eri komin heim. Eg vóni, at eg kann koma aftur til felagið. Eg vil gjarna endurgjalda Arsenal alt tað, sum felagið hevur givið mær.

 

33 ára gamli Thierry Henry óttast fyri degnum, tá Arsene Wenger gevst sum venjari hjá Arsenal: - Tá Arsene gevst verður talan um eina tunga tíð hjá Arsenal. Tað ber snøgt sagt ikki til at avloysa Arsene, aftaná alt, sum hann hevur gjørt fyri Arsenal.

 

Í løtuni spælir Thierry Henry fyri amerikanska felagið, New York Red Bulls.