Sochaux, Frakland: Við málinum móti Føroyum er Thierry Henry nú bara tvey mál frá at taka franska landsliðsmálmetið frá Michel Platini. 5-0 var í sjálvum sær sjálvandi ein greiður sigur, men Arsenal-stjørnan vildi tó á ongan hátt kalla dystin fyri ein sonevndan walk-over.
- Byrjar tú at hugsa um lættar dystir, so er skjótt, at tú gerst tingini trupul fyri teg sjálvan, so tað gjørdu vit ongantíð. Ikki minst, tí vit í seinastu undankapping høvdu trupult við at skjóta føroyska liðið í senk, segði Henry.
- Vit vistu, at teir fóru at pakka seg væl í verjuni, og at tað kundi gerast trupult at skapa møguleikar, men vit gjørdu okkara arbeiði. Vit fingu góða breidd í spælið, og sjálvandi ger tað eisini uppgávuna lættari, at vit skora somikið skjótt. Akkurát í tí førunum vóru vit kanska hepnir, tí har vóru vit kvikari at reagera upp á leysa bóltin, helt Thierry Henry.