Henry og Wenger í øðini

 Eg veit ikki, um hasin dómarin var ílætin eini Barcelona-troyggju, men í øllum førum sluppu teir at sparka meg, júst sum teimum lysti. Talan var eisini um fleiri løgnar avgerðir, og eg haldi ikki, dómarin gjørdi sítt arbeiði nóg væl.
Somikið kontantur var Arsenal-liðskiparin. Thierry Henry, tá hann eftir dystin fekk mikrofonina fyri andlitið. Og honum dámdi heldur einki, at dómarin hevði Lehmann reyða kortið.
Tann dómin tóktist venjarin, Arsene Wenger, at góðtaka, men hann helt ikki, at Barcelona nakran tíð skuldi javnað.
 Hatta málið var greitt off-side. Tá tú spælir 10 móti 11 og fært eitt slíkt mál ímóti tær, so er tað sera trupult at góðtaka, staðfesti franski venjarin.